Í síðsta mána undirskrivaðu Jákup Mikkelsen og Niclas Heri Jákupsson avtalu um keyp av 75% av fyritøkuna Esmar Simonsen á Kambsdali.
Tað sum flestu fólk kenna Esmar Simonsen fyri, eru at har kann man keypa bildekk og alt slag av eykadeilum fyri kappingarførar prísir, men høvuðs-artikkilin hjá fyritøkuni er sølan av trukkum. Fyritøkan hevur umboð uppá teir víðakendu STILL-trukkarnir og umframt at selja hesar trukkar, so bjóða teir seg eisini fram at servicera-hesi tól.
Norðlýsið var inni á gólvinum og fekk eitt lítið prát við nýggju eigararnar.
Bygningurin er í tveimum hæddum og er hann tilsamans 1600 m2. Talan er um góð og stór hølisviðurskiftir. Umframt henda bygning, so er eitt nýmótans bilverkstað norðanfyri bygningin. Felagið hevur sjálvt rikið hetta bilverkstað, men eitt tað fyrsta vit ætla okkum at gera, er at leiga verkstaðið út, siga teir báðir. Vit ætla at halda fram við somu vørum sum fyritøkan hevur selt, men sjálvandi fara vit alt økja um úrvalið og ikki minst tænastuna. Søluliðið skal mennast og skulu vit verða meira sjónligir.
STILL-trukkarnir eru ein so mikið týdningarmikil partur av fyritøkuni, at vit vilja tryggja okkara viðskiftafólki eina fyrstafloks tænastu. Vit vilja eisini økja um okkara úrvæl við vørum sum stuðla undir tær vørur sum vit selja nú. Eitt mál sum vit ætla at gera meira við, er at økja um tænastuna til fiskiflotan.
Fyritøkan liggur geografist so mikið væl fyri, at tá undirsjóartunnilin er komin, tá er líka skjótt at fara til Klaksvíkar, sum til Fuglafjørð og Runavík.
Fyri einari tíð síðani bleiv Daewoo-umboðið selt til VR-bilar og samstundis bleiv avtala gjørd millum feløgini, at Esmar Simonsen skal selja bilmerkini hjá VR-bilum á Kambsdali.
Í dag er Martin Simonsen, sonur til gundleggjarin Esmar Simonsen stjóri og tað fer hann at verða ein tíð framyvir. Men júst nú leita vit eftir einum sølumanni sum saman við okkum og Martin kann verða við til at menna fyritøkuna, siga Jákup og Niclas Heri at enda.
Á veg út frá Esmar Simonsen stóðu fólk í kø fyri at keypa vetrardekk. Um tað er ein spurningur um árstíðina og góðu prísirnir, ella um tað eru teir nýggju eigararnir longu hava gjørt ein vørr, vilja vit lata standa ósvaraðan.




