Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Etisk virðir og virðisgrundarlag

Anna Joensen

Kravið um legalisering av samkyndum hjúnalagi breiðir seg sum ein farsótt í øllum vesturheiminum í dag. Argumentatiónin er, at ymiskleiki í kynsligari orientering er tað sama sum ymiskleiki í húðaliti, rasum v.m. Við at draga ein paralell til frælsisstríðið fyri rættindunum hjá teimum littu, kvinnunum v.m. í farnum døgnum, hevur tað eydnast teimum samkyndu og teirra viðhaldsfólki, at fáa breiða undirtøku og sympati fyri sínum sjónarmiðum.

Men er hendan samanberingin røtt? Her eiga vit at skilja ímillum smærri og ótýðandi variatiónir, og so funktionellar munir. Ymiskleiki í húðaliti, hárfarvu v.m. viðførir ikki nakran funktionellan mun. Her gevur tað meining, at tosa um javnstøðu og forboð ímóti diskriminatión. Um vit hava eina aðra kynsliga orientering, enn tað sum vit eru ætlaði til, so er hetta eitt frávik frá tí normala – ein funktionellur munur. At tosa um forboð ímóti diskriminatión í hesum føri er eitt, nakað annað er at krevja fulla javnstøðu – tað er at ganga ov vítt. Tað er sum at samanbera perur við bananir. Tá hendan samanberingin ikki heldur, so fara vit bert at fáa eina falska og innbilta “javnstøðu”. Hetta fer at avlaga hjúnabandið, og vera ein glíðibreyt fyri øðrum líknandi krøvum. Hvat skal argumentið so vera fyri ikki at góðtaka polygami? Er tað so eisini ógrundað diskriminatión, at vera ímóti tí?

Um vit skulu tosa um at javnseta samkynd og hinskynd í hjúnabandslógini, so forútsetur hetta at hesir báðir bólkarnir eru grundleggjandi eins. Tá hetta ikki kann sigast at vera galdandi her, kunnu vit ikki uppnáa nakra rættvísandi javnstøðu – tað er ein illusión. Tað sum hendir er, at nú skulu vit ikki bert tolerera tey samkyndu, men nú fara mynduleikarnir, at favørisera krøvini hjá teimum homoseksuellu framumkrøvini hjá teimum heteroseksuellu – um hetta hevur átrúnarligar orsøkir! Moralurin og logikkurin í lógini verður sostatt, at javnstøða og rúmligheit koma framum átrúnarlig atlit. Moralskt fer hetta at draga alt samfelagið sum tað er niðureftir – vit skulu jú øll vera líka fyri lógini. Tað fer sostatt at taka nakað frá øðrum – frá teimum, sum av átrúnarligum orsøkum, ikki vilja ella ikki kunnu taka undir við samkyndleika!

At dagføra hjúnabandslógina við eini meiri rúmligari standardmodell, har vit hava fulla “javnstøðu” millum samkynd og hinskynd, vil verða ein broyting til tað verra fyri samfelagið. Tað hevur ikki verið uppfatað fyri at vera normalt, at vera samkyndur, allar tær mongu øldir hjúnabandslógin hevur verið galdandi. Tað broytur einki uppá hendan verðunleikan, at viðtaka eina lóg sum sigur nakað annað. Tey samkyndu hava øll tey somu rættindi sum einhvør annar borgari í landinum. Hvussu vit viðgera samkyndleika lógfrøðiliga, er ikki evni í hesu grein. Latið bert hjúnabandslógina framhaldandi vera galdandi fyri hjún.

Kjakið um at loyva samkyndum hjúnalagi ella ei, hevur higartil verið ein fruktaleys togtugan ímillum tveir partar, sum tosa forbí hvønnannan. Annar parturin rópar upp um diskriminatión grundað á kynsliga orientering, og hin parturin svarar aftur við glíðibreyt og umdefinering av hjúnabandinum. Spurningurin er so, um átrúnaður skal bannast í tí almenna rúminum (um hetta er møguligt?), og moralurin ella logikkurin skal eita javnstøða, rúmligheit og tolsemi – uttan at vit hava definerað karmar og grundarlag fyri hesum? Núgaldandi logikkur er, at tað er grundlógin og tann kristna siðalæran, sum eru ramman og virðisgrundarlagið fyri landsins lógum – inntil nakað annað er viðtikið!

Harleywoodpaint