EUR Express hevur fingið nýggjan høvuðssamstarvsfelaga uttanlands.
Talan er um norska speditørfelagið Bring, ið EUR Express er farin í tætt samstarv við.
Tað merkir tó ikki, at samstarvið við risastóra altjóða felagið Geodis Wilson heilt er hildið uppat. Tað verður í framtíðini eisini samstarvað við hetta felagið, men ikki sum høvuðssamstarv.
Nýggi samstarvsfelagin hjá EUR Express er sama felag, sum fyrr hevur verið kent undir navninum NORCARGO, men sum hevur skift navn til Bring. Hetta felagið er tað fremsta flutningsfelagið um okkara leiðir, tá tosað verður um oljuvinnu, og eitt tað fremsta í Norðanlondum yvirhøvur. Bring hevur eisini havt áhuga í at fáa eitt samstarv í lag við eina føroyska flutningfyritøku. Hetta samstarvið er nú skipað.
Tað er norska postverkið, sum eigur Bring. Felagið hevur eisini skrásett virksemi í øðrum londum. Í Danmark t.d. eigur Bring feløg sum Bring Carco, Bring Express og Grønne Bud.
At Bring er vorðið høvuðssamstarvsfelagið hjá EUR Express kemst av, at leiðslan í EUR Express metti tað vera lættari at arbeiða saman við einum felag, sum er kent og virkið um okkara leiðir. Fyrrverandi samstarvsfelagin var serliga virkin í Fjareystri og annars longri út í heimi, enn EUR Express hevur sínar flestu, dagligu avgreiðslur. Framhaldandi samstarv er tó millum EUR Express og Geodis Wilson um eitt nú flutning á fjarleiðum.
Nýggja samstarvið við Bring ber millum annað við sær, at kundarnir hjá EUR Express fáa munandi prísfyrimunir tá talan er um flutning aðrastaðni enn úr Danmark. Nýggja samstarvið passar betri inn í myndina hjá EUR Express, sum eins og Bring hevur størra partin av virksemi sínum á heimligum leiðum. Eisini er hetta eitt stig nærri teirri vaksandi oljuvinnuni, sum EUR Express við hesum samstarvinum fer at leggja enn størri dent á.
EUR Express fer enn sum áður at flyta pakkar og aðrar lættari vørur dagliga, eins og sjófraktsendingarnar uttaneftir framhaldandi verða pakkaðar hóskvøld og koma til Føroya mánamorgun.




