Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evangelisk møtir í Skálanum í Klaksvík

John William Joensen

26-28 Novembur fær samkoman Getsemane í Klaksvík vitjan úr Noreg

Møtir verða  í Skálanum har Kaj Tønnesen og Jørn Strand úr Kristiansand koma at luttaka.
Møtini byrja fríggjakvøldið kl 20.00, Leygardagin Kl.16.00 verður Familjumøti og kl.21.30 ungdóms tiltak har ymisk sangluttøka verður.
Sunnudagin kl.11.00 morgunmøti og Kl 18.00 verður seinasta møti
Umframt at tala kemur Jørn Strand eisini at syngja.
Aftaná møtini verður ein drekkamuður at fáa.

Kaj Tønnesen
Kaj Tønnesen sum var sølustjóri gavst í sínum starvi  í eini veksandi og góðari forætning, tí hann fekk kall frá Harranum til Guðs ríkis tænastu. Hetta førdi til at hann og konan Aslaug byrjaðu eitt hjálpararbeiði fyri rúsmisnýtarar í Kristiansand, sum komandi ár kann hátíðarhálda 25 ára jubileum. Tað hevur verið ein long og strævin, men undurfull tíð, frá at hava menniskju búgvandi heima við hús og til tað sum er í dag: Eitt kontaktsentur, har 50-80 rúsmisnýtarar fáa heitan mat tvær reisur um vikuna, og tey sum ynskja aðra hjálp kunnu so fara víðari til rehabilitering í Kristiansand ella aðrastaðni.  Bóka og gávubúðin, sum eisini er á sentrinum, hevur góðan kristnan lesna og tónleik, yvirskotið, sum hendan gevur, verður nýtt til hjálpararbeiði. Harumframt verður eisini virka úti á gøtuni og í fongslunum. Arbeiði verður stuðla av land og kommunu, men eisini við sjálvbodnum gávum. Kaj hevur høvuðsábyrgdina at boða Guðs orð á Shalam, sum kontaktsentrið nevnist, eisini er hann nógv umbiðin talari í flestu kristnu samkomum. Hann hevur nú latið dagligu leiðsluna av Shalam til onnur, tí hevur hann møguleika til enn ein túr til Føroyar, fyrstu ferð hann vitjaði her var í 1976.  

Jørn Strand
Jørn Strand kom, illa bundin av rúsevni, á Shalam eitt kvøldið í 1991, har hitti hann ikki bert menniskju sum vísti honum kærleika og umsorgan, men eisini eini sterkari Guðs-nærveru, sum gjørdi, at hann, eftir nøkrum døgum gav sítt lív til Jesus. Gjøgnum rehabiliteringstíðina byrjaði hann at skriva sangir, ein av teimum fyrstu er tann kendi "Er det rart at jeg er glad". Hann hevur síðani givið út tríggjar fløgur.
Jørn fekk kall til Guðs ríkis tænastu og hann er ein rættur evangelistur, sum ikki bert syngur og spælir, men er eisini vorðin ein dugnaligur talari, hann hevur umbygt ein trailara, sum hann nevnir "Himmelekspressen",við bæði palli og ljóðútgerð, sum hann, saman við konuni Pernille, ferðast við um alt Noreg og hevur útifundir, eisini vitjar hann í flestu samkomum og hevur biði við mongum til frelsu og endurnýggjan.
Jørn hevur, saman við øðrum stovnað "New Life Misjonssenter" í Froland í Suður-Noregi. Hann hevur eisini áður verði í Føroyum saman við Kaj.