leygardagin 15. desembur 2007 kl. 16.00.
Í Atlantis, Klaksvík leygardagin kl. 16.00 ( 4) verður vísuhugnaløta , har Niels Midjord og Lylli fara at syngja løg av teirra nýggju fløgu: “Sum ungur caballeiro”, við undirtekstinum “Lylli og Niels tulka Evert Taube á føroyskum.”
Teir báðir, Lylli og Niels Midjord góðu í 2005 út forvitnisliga fløgusavnið “Gomul sálmaløg úr Sjóvar sókn”. Savnið umfatar fýra fløgur, ið líkasum umboða trý ættarlig av sangsivenju av Strondum: Berint Rasmussen uppi í Gerði (1885 – 1975), við tveimum fløgum, sonur hansara Símun Rasmussen (1933 – 2005) við einari fløgu. Símun lærdi teir báðar Lylla og Niels at syngja hesi serstøku Strandalagbrigdini, og í fjóru fløguni syngja teir tríggjir saman. Ein lítil helvt av sálmunum á hesari fløguni eru á føroyskum og verða framførd við gittarspæli. Hendan útgávan vær óvæntað væl móttikin og er onnur útgávan nú við at verða útseld. Sí annars heimasíðuna hjá kingomonnum: www.123hjemmeside.dk/kingomenn
Nú er so ein heilt ørvísi fløga komin frá teirra hond. Teir báðir Lylli og Niels hava síðstu árini umframt Kingosangin fingist við at tulka kenda svenska vísuskaldið Evert Taube á føroyskum, sum tíðin er liðin, eru fleiri og fleiri vísur lagstar afturat, og nú hava teir so tikið seg saman og givið hetta tilfarið út á fløgu. Fløgan kallast: “Sum ungur caballeiro”.
Í hesum sambandi verður vísusangløta í ATLANTIS, Klaksvík leygardagin 15. desembur 2007 kl. 16.00 ( 4 ).
Á hesu vísusangløtu, er meiningin, at øll tey sum koma fáa eitt hefti, har allar tær vísur hjá Evert Taube , sum eru týddar til føroyskt. Mest hevur Herman Jacobsen sáli týtt – tær vísurnar kenna vit øll – eru í, og koma at syngja í felag við Róa Eliasen við klaverið.
Niels og Lylli fara at syngja fleiri av vísunum ið eru á nýútkomnu fløgu teirra.
Væl komin øll! – Eitt upplivilsi, vet frá tí vanliga.




