icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evnaríku KÍ-ari vakt áhuga uttanlands: Kristoffur Jakobsen til Hødd at royndarvenja

John William Joensen

Mikudagin tann 6. februar 2008 fer Kristoffur Jakobsen, sum í fjør var millum allar bestu leikararnar á Formulaliðnum hjá KÍ, til Noregs at royndarvenja hjá Hødd, har Rógvi Jakobsen nú spælir.

Tað verður ikki gjørt so nógv burtur úr royndarvenjingum longur, so sum varð fyrr varð gjørt, og tað er eisini gott tað sama, tí sjálvandi er tað verri enn so altíð, at nakað ítøkiligt spyrst burturúr.

Eitt nú hevur Kristoffur Jakobsen fyrr verið og royndarvant hjá so mætum felag sum Chelsea, so hetta er ikki fyrsta ferðin, at bumshamarsdrongurin skal út í slíkum ørindum.

Hinvegin skerst tað ikki burtur, at tað altíð er ein ávísur spenningur í luftini, tá boð eru eftir føroyskum fótbóltsleikarum hjá útlendskum feløgum, og soleiðis man eisini vera hesa ferð hjá Kristoffurin, hóast hann ikki sjálvur ger nógvan burturúr.

Tað er longu greitt, at Kristoffur hevur sáttmála við KÍ, so um eitt skifti skuldi blivið aktuelt, verður hetta at gera í samstarvi millum allar tríggjar partar: Hødd, KÍ og sjálvandi eisini Kristoffur sjálvan.

Mánakvøldið vandi Kristoffur sum vant í Formulahópinum, har vit fingu hesa myndina av honum.

Sum nevnt, fer hann til Noregs mikudagin.

Vit ynskja honum góða ferð og bestu eydnu.