Vit, 1.p á HF skúlanum í Klaksvík, hava nú í tríggjar dagar havt evnisdagar. Evnið hjá okkum var Føroyar í 1750-1850.
Vit hildu, at hetta var eitt sera áhugavert evni og gjørdu av, at avmarka evnið til eina føroyska bygd. Vit skuldu gera eitt modell av eini bygd og eitt lítið myndasavn. Byrjað var mikudagin við morgunmati. Síðani varð farið í gongd við at samla ymiskt, sum vit skuldu brúka. Vit høvdu avtalað, at vit høvdu ting við heimani frá, ið nýtast skuldu til uppgávuna. Vit deildu arbeiðið í millum okkum, at gera modellið, skaffa gamlar myndir og at skriva tekstir til myndirnar.
Á modellið hava vit valt at tikið tey mest vanligu serføroysku tingini við, m.a. fuglaberg, stór fjøll og húsini, sum tey sóu út tá í tíðini. Eisini hava vit tikið myndir av gomlum húsum í Klaksvíkini og úti á Norðoyri. Hesar myndir hava vit arbeitt eitt sindur við inni á telduni. Vit halda okkum hava fingið nógv burtur úr hesar dagarnar. Aðrar arbeiðshættir eru royndir og vitan okkara er økt innanfyri hetta evnið. Hetta var ein sera læruríkir dagar.
1.p




