Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evnisdagur fyri landsstýrinum

John William Joensen

Í gjár, mánadagin 26. februar, hevði løgmaður evnisdag fyri landsstýrisfólkunum og aðalstjórunum.

Á skránni vóru framløgur og verkskeið um mannagongdir og formlig viðurskifti, ið hava týdning fyri samstarvið og samskiftið í landsstýrinum. Evnisdagurin varð hildin umborð á Smyrli og í Stóra Pakkhúsi í Vági.

Á ferðini varð vitjað í saltsiloini á Drelnesi, á Strandferðsluni, í nýggja ungdómshúsinum á Tvøroyri og á lemmavirkinum ROCK í Vági. Vitjað varð eisini í Akrabyrgi, har hugt var eftir Millumbylgjusendaranum.

Løgmaður Jóannes Eidesgaard sigur: “Endamálið við degnum var eisini at samansjóða landsstýrið. Eg eri sera nøgdur við dagin, og vit fingu nógv burturúr. Ein tílíkur dagur er stak góður fyri samstarvið í landsstýrinum og týdningarmikil um landsstýrisarbeiðið skal gerast munadygt og úrslit skulu røkkast.”