Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evnisdagur fyri leiðarar

Erik Biskopstø

Seinasta mikudag var skipað fyri fundi, har leiðarar fyri stovnar og frítíðarfeløg og onnur, sum hava við børn og ung at gera, settu stevnu á Viðareiði.

Tað var virkisbólkurin, Børn í vanda, sum skipaði fyri fundinum. Børn í vanda er ein verkætlan, sum er ein sáttmáli ímillum Kaksvíkar kommunu og Bláa kross, sum hevur til endamáls at varpa ljós á trivnaðin og vælveru børnum og ungum. Aðalmálið er, at børn skulu hava tað gott frá móðurlívi til tey gerast myndug. Hetta fyri at fyribirgja, at ung koma í trupulleikar og óneyðuga misnýtslu av rúsandi evnum.

Á skránni var eitt áhugavert innlegg, har sálarfrøðingurin, Oddvør Balle, hugleiddi um evni, Eru børn í Føroyum í vanda í dag? Síðani greiddi Tórhild Bjarkhamar nærri frá fyribyrgingarátakinum. At enda var bólkaarbeiði, kjak og framløgur.

Uppmøtingin henda dagin var góð. M.o. vóru leiðarar frá skúla, ansingarstovnum, kirkju og samkomum, ítrottarfeløgum og frítíðarfeløgum. Eisini vóru umboð frá Sosialu deild og barnaverndini við.

Hetta er bert fyrsta tiltakið hjá virkisbólkinum. Seinni er meiningin at hava skeið fyri teimum ymsu fakbólkunum hvør sær. T.d. lærarum, námsfrøðinum o.s.fr.