Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evoke – størsta salongin í Klaksvík

John William Joensen

Tær báðar størstu hárfríðkanarstovurnar í Klaksvík leggja nú saman. Navnið á nýggju salongini er Evoke

Tað eru Joan Baldvinsson, Jóna Eydnugarð og Hansa Vest, sum eiga og reka nýggju hárfríðkunarstovuna, sum fer at húsast við Klaksvíksvegin. Umframt tær tríggjar starvast eisini ein onnur útlærd, 3 lærlingar og ein skrivstovukvinna. 

Tað merkir at tær sostatt tilsamans vera 8, ið koma at

Saman stendur man sterkari
Tær tríggjar síggja nógvar fyrimunir í samanleggingini, bæði fyri kundarnar og eisini fyri hárfríðkanarstovuna. 

Eingin ivi er um, at tað verður lættari at fáa sær tíð hjá frisøri, tá manningin er somikið góð og stór, og við nógvum hondum at taka sær av kundunum gevur hetta eisini betri umstøður hjá kundunum. 

Umframt evoke er hárfríðkanarstova, so yvirtekur hon eisini heilsøluna frá Afrodite, ið er eina umboð fyri fleiri sera góð og vælumtókt merkir. Hesi eru American Crew, Alterna, d:fi, Revlon umframt vistfrøðiliga merki C-system

Í samband við samanleggingina, var móttøka leygardagin.

Harleyfacadeacryl