KÍ váttar fyri Norðlýsinum íkvøld, at Evrard Blé hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri 2015.
Evrard Blé spældi í ár við B68 oghevði sáttmála fyri 2015. Men tá B68 nú flutti niður, so bendialt á, at hann fór at skifta felag. Kaj Dam, sum er ein av monnunumsum tekur sær av viðurskiftum kring besta liðið hjá KÍ, váttar,at Blé hevur gjørt sáttmála við KÍ.
– Mikkjal kennir Blé frá tíðini íB36 og hevur havt eitt ynski um at fingið hann til felagið. Vit hava gjørt ein 1 ára sáttmála við Blé, sigur Kaj Dam í kvøld.
Evrard Blé, sum fyllir 33 ár 2.januar, spældi undir Mikkjal K. Thomassen í B36 í seinnu hálvu í2013. Og eftir at liðið tapti tveir teir fyrstu dystirnir við Bléá liðnum, so fekk B36 25 stig av teimum seinastu 30 ílandskappingini og tryggjaði sær 3. pláss og Europa Leagueluttøku.




