Royndi útlendski miðvalla profilurin verður B68 leikari í 2014.
Evrard Blé spælir við B68 í 2014.
Norðlýsið hevur frá vælvitandi keldum fingið upplýst, at Evrard Blé hevur gjørt sáttmála við B68. Sostatt hevur B68 fingið sín fyrsta styrk til kappingina næsta ár, tá toftamenn aftur spæla í bestu deildini.
Evrard Blé frá Fílabeinsstrondini er ein royndur spælari í føroyskum fótbólti. Hann hevur áður spælt við VB/Sumba, AB, Víkingi, 07Vestur og B36. Tilsamans hevur hann spælt 185 dystir, skorað 20 mál, fingið 60 gul kort og 6 reyð kort í Effodeildini sambært FaroeSoccer.




