Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evropeiska Samveldi er einasta veruliga alternativ

John William Joensen

Evropeiska Samveldi er einasta veruliga alternativ til harðskap, fremmandahatur, politiska vinstra- og høgra ekstrimismu, konflikt-tjóðskap, vandamikla nationalismu og avbyrging! Vit mugu slepp tjóðskaparligum avmarkingum í lógávu og hugsunnarhátti.

Vit mugu loyva sterkum føroyskum kapitalfyritøkum í fiskivinnuni at vaksa og virka her heima og í øðrum londum. Føroyingar sum droyma og vilja skapa nakaða vinnuligt mugu hava møguleika at fáa útlendskar íleggjarar við vitan og virkisfúsum kapitali sum vágar og torir og ikki einans av tjóðskaparligum snævurskygni verða avmarkað til dýr útlendsk lán, sum ikki tilføra vitan og vakstrarmøguleikar. Við verandi ráðandi hugsunnarhátti er stórur vandi fyri at føroyskt vinnulív verður avbyrt í einari stongdari tjóðskaparligari bløru, sum fyrr ella seinri brestir. Men longri tíðin gongur verri fyri verður føroyskt vinnulív og missurin fyri føroyska samfelagið ógvusligari!
Skilagóð demokratisk regulering av vinnuni er vegurin, men tjóðskaparligar avmarkingar er beinleiðis vandamiklar fyri eitt land sum Føroyar

Føroyar hava ikki tørv á útlendskum lánum, men vágafúsum og virknum kapitali og vitandi og royndum íleggjarum.