Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evstamark nærkast

John William Joensen

Kjakið sum var uppundir byrjanina av Norðoyatunnlinum snúði seg fyri ein stóran part um, at tað var sera umráðandi at vit fyrireikaðu okkum til fasta sambandið um við meginpartin av restini av landinum.
Í dag var kunngjørt frá stjóranum á Norðoyatunnlinum P/F at borað verður ígjøgnum 28. juni í ár.
Roknast kann tí við, at um eitt stutt ár verður Norðoyatunnilin liðugur.
So er spurningurin, eru vit nóg væl fyrireikaðir til nýggju avbjóðingarnar? Nógvar meiningar hava verið frammi og nakað sum títt og ofta hevur verið uppi og vent er, at handilslívið, eitt nú í Runavík á nógvum økjum er á hægri støði enn í Klaksvík, eisini verður ført fram, at fleiri av fyritøkunum í Kambsdali fara at virka sum magnetur á norðoyingar.
At fyritøkur og kommuna í Klaksvík eftir førimuni hava roynt at skunda undir útbyggingar og íløgur hesa tíðina frammanundan at fast samband verður um Lorvíksfjørð kunnu vit bert staðfesta.
Verður hugt eftir ídnaðarøkinum við Borðoyarvík, so er nógv hent her seinnu árini og har koma framhaldandi fleiri bygningar upp, ímeðan býráðið júst hevur lagt út eitt nýtt ídnaðarøki á Skarðhamri.
Eisini frætta vit úr býráðnum at tað liggur sera frammalaga at nøkta tørvin hjá teim 130 sum standa á bíðilista til grundstykki í Klaksvík. Roknað verður við, at býráðið fær umleið 20 grundstykkir tøk tá farið verður undir ringvegin omanfyri Hæddina og uppi undir Fossum og harafturat eru ítøkiligar ætlanir um grundstykkjaútstykkingar úti á Norðoyri, samstundis sum møguleikar eru fyri enn størri útstykking á Helnabrekku ella undir Grashjalla.
Eitt stórmál, sum tíðliga í kjakinum um Norðoyatunnilin kom upp at venda var handilssentrið í miðbýnum.
Hetta seinasta má sigast at hava verið ein tungur burður. Tað var skjótt at menn søgdu seg vera fúsar at seta pening í hetta átak, men sum skilst, so eru tað aðrir, sum ídag hava tikið róðrið í hond, og at gongd er í málinum, hóast vit enn ikki hava sæð spakan vera settan í í miðbýnum, nú bert lítið ár er eftir til tunnilin letur upp fyri almenninginum.
Tó, væl kann vera at handil og vinna hinumegin Lorvíksfjørð er væl fyri, men Norðoyggjar hava ein fyrimun og tað er, at í størsta býnum her búgva útivið 5000 fólk í einum tøttum samfelag ímeðan fólkið hinumegin er meira spjatt og tað ger helst, at tá ið um sosialar funktiónir ræður, so eru vit frammanfyri. Heldur eru tað ikki øll sum eru samd í, at handilsvinnan aðrastaðni skal hava so nógv meiri at bjóða enn handilsvinnan her. Tað er í hvussu so er ein royndur lutur, at vit øll seta prís uppá at hava tær tænastur, sum vit nú einaferð hava fyri neyðini, so nær við hondina sum gjørligt.
Tað verður neyvan so at norðoyingar fara tvørtur um fjørðin eftir einum plaggi ella einum pakka av margarini hvørjaferð slíkt er fyri neyðini og júst her hevur okkara handilslív møguleikan at mennast, tí ert tú nøkunlunda kappingarførur, so handlar nærumhvørvið hjá tær, men skalt tú draga fólk aðrastaðni hendavegin, so krevst nógv meira og tað er her tað er alneyðugt við einum máttmiklum handilssentri.

Harleywoodpaint