Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Exit Tórshavn

Danial Viðoy

Soleiðis kallast nýggja staklagið hjá MC-hár. Hoyr lagið her.

TÍÐINDASKRIV:

Nýggja MC-Hár lagið á Youtube

MC-Hár, ið leygarkvøldið spældi 25 ára føðingardagskonsert fyri einum fullum Reinsaríið, eru háaktuellir við nýggja staklagnum Exit Tórshavn.

Lagið hevur verið at hoyrt á útvarpsrásunum síðan fríggjadagin, men nú ber eisini til at hoyra tað á Youtube.

Nýggja lagið er tikið upp í Studio Bloch og ljóðblandað av Theodor Kapnas.

MC-Hár hevur havt somu manning seinastu 13 árini, og er tað henda manning, ið kann upplivast á lagnum: Niels Uni Dam (rapp), Rókur Jákupsson Jakobsen (sang), Tróndur Bogason (keyboards), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Jónas Bloch Danielsen (gittar), Heri Reynheim (bass) og Rani Hammershaimb Christiansen (trummir).

Lagið kann hoyrast í videobrotinum niðanfyri: