”Tað kann gott vera, at onkur fer at seta hetta í samband við spurningin um samkynd og teirra rætt at ættleiða og at fáa kunstiga ísáðing, men hetta uppskotið hevur einki við tað at gera.” Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
Hon hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið, sum millum annað skal geva støkum kvinnum, sum við ísáðing hava fingið barn, rætt til barnagjald úr landskassanum.
”Eg havi fokus á børnini, og mín uppgáva sum landsstýriskvinna í almannamálum er at syrgja fyri, at øll børn eru javnstillað,” sigur Eyðgunn Samuelsen.
Vísir til barnarættindasáttmálan
Eyðgunn vísir til barnarættindasáttmálin hjá ST sum ásetur, at einki barn má vera fyri mismuni orsaka av støðuni hjá barninum ella foreldrunum.
”Um samfelagið sigur, at støk skulu kunna ættleiða ella fáa kunstigan gitna, so er tað ikki mín uppgáva at døma um tað. Eg skal bara virka fyri, at børnini verða líkastillaði við onnur børn,” sigur hon.
Tað eru rættiliga fá børn sum verða ávirka av ætlaðu lógarbroytingini (kanska eini 3), men fyri Eyðgunn Samuelsen hevur tað tó stóran týdning at fáa málið samtykt.
”Eg haldi at tað er umráðandi at vit fáa sett so nógv í verk sum møguligt av barnaverndarsáttmálanum,” sigur hon.
Tá henda lógin er broytt, hava øll børn í Føroyum, ið hava støk foreldur, rætt til barnapengar.
(Les eisini greinina Ísáðing skal geva støkum kvinnum rætt til almennar pengar)




