Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn spyr Anniku

Eyðgunn Samuelsen

Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum: Viðvíkjandi nýtslu av vælferðartøkni í eldrarøktini

Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landstýriskvinnu í almannamálum: Viðvíkjandi nýtslu av vælferðartøkni í eldrarøktini

1) Kann landstýriskvinnan greiða frá, hvat fyri vælferðartøkni verður brúkt í Nærverkinum og Heimatænastuni, serliga á eldraøkinum?

2) Hvørjar leiðreglur eru fyri nýtslu av hesari tøkni í mun til brúkaran og etikk?

3) Í hvønn mun og hvussu ávirkar tøknin talið av starvsfólkum og tímatalið í Heimatænastuni?

4) Sparir Almannaverki 1,5 milliónir við nýggjari tøkni innan eldrarøktina í ár, sum ásett í fíggjarkarminum?

5) Hvat fyri nýggj tøkni kemur at spara Almannaverkinum 500.000 krónir í 2014, so samlaða sparingin verður tilsamans 2 milliónir í 2013 og 2014.

Viðmerkingar :

Hugtakið vælferðartøkni (robottar) og nýtslan av hesi tøkni er ovarlaga á breddanum í okkara grannalondum. Vælferðartøkni er brúkaravend tøkni, ið gevur ella hjálpir brúkaranum við einari ella fleiri vælferðartænastum. Vælferðartøkni er tøkni, ið stuðlar undir, ella styrkir trygdina, dagligu uppgávurnar og flytføri í gerandisdegnum, tað veri seg í og/ella uttan fyri bústaðin. Vælferðar­tøknin vendir sær serliga til eldri fólk, fólk við kroniskum sjúkum og borgarar við serligum avbjóðingum. Vælferðartøknin hevur sum fokus at tryggja betri úrtøku av starvsfólkaorkuni í sambandi við vælferðartænastur og/ella at økja um góðskuna í tænastuni til brúkaran.

Landstýriskvinnan fekk fyri kortum handað eitt álit frá einum arbeiðsbólki, ið hevði fingið til uppgávu at orða ein eldrapolitikk. Løgtingið hevur havt aðalorðaskiftið um hetta álitið. Í arbeiðs­setninginum hjá bólkinum, verður bólkurin biðin um at útgreina nøkur evni. Eitt av hesum evnum er vælferðartøkni.

Tað verður sagt í álitinum, at evnini eru ætlað sum ein leiðbeining til arbeiðsbólkin um, hvat Almannamálaráðið metir vera týdningarmiklir partar av framtíðar eldrapolitikkinum.

Uttan mun til, um gongdin verður minkandi fólkatal í Føroyum, ella tað eydnast at venda hesi gongd, so er tað ein sannroynd, at vit verða fleiri eldri. Henda avbjóðing ger, at spurningurin um vælferðartøkni og í hvønn mun, henda tøkni skal verða ein partur av eldrarøktini í framtíðini, er ein spurningur, ið vit eiga at taka støðu til.

Samstundis er tað eisini ein avbjóðing, at vaksandi tal av eldri kemur at krevja fleiri hendur í eldrarøktini í framtíðini. Hvussu ein kann draga starvsfólk at sær og skapa góðar umstøður fyri verandi starvsfólk, er eisini ein aktuellur spurningur. Sambært eldraálitinum so er miðalaldurin hjá starvsfólkunum á eldraøkinum munandi hægri enn hjá starvsfólki í øðrum vinnugreinum.

Vaksandi tal av eldri og høgur miðalaldur hjá starvsfólkinum innan eldrarøktina kunnu koma at ávirka tænastustøðið innan eldrarøktina. Eisini hesi viðurskifti tala fyri at viðgera spurningin, um vælferðartøknin kann vera við til at bøta um tænastustøðið innan eldrarøktina í framtíðini. Tó er tað greitt, at henda tøkni ikki einsamøll kann hjálpa upp á avbjóðingarnar við starvsfólkatørvinum. Ein miðvísur starvsfólka- og seniorpolitikkur er ein avgjørd fortreyt fyri, at tað skal eydnast at varðveita starvsfólk og fáa fleiri at velja Heimatænastuna sum starvsøki í framtíðini.


Tøknin er sum øll onnur hjálpitól, hon hevur bæði fyrimunir og vansar við sær. Tøknin kann nýtast við jaligum úrsliti, men tað kunnu eisini vera vandar við nýtsluni av henni. Um til dømis tøknin kemur ístaðin fyri umsorgan, so er nýtslan av henni neilig. Menniskju hava brúk fyri umsorgan uttan mun til aldur.


Tað er ein sannroynd, at nógv eldri fólk kenna til einsemi. Hetta fyribrigdi kann økjast, tá ið meginreglan fyri eldrapolitikkin verður, at fólk skulu verða sum longst í egnum heimi. At gera tað møguligt hjá eldri fólki at varðveita sambandi og samskiftið við umheimin, er nakað, ið tøknin kann hjálpa til við.

Havandi í huga avbjóðingarnar innan eldrarøkt, bæði tá ið tað kemur til tal av brúkarum og starvsfólki, kann tað vera freistandi at nýta tøknina á ein hátt, ið hevur vansar ella neilig árin við sær. Vit vita, at Heimatænastan, sum er, manglar játtan til 1400 tímar um vikuna, og harumframt skulu sparingar fremjast komandi árini á góðar 12 milliónir. Í fíggjarkørmunum fyri 2013 og 2014 er haraftrat ásett, at nýggj tøkni skal spara eldrarøktini 2 milliónir.


Tað er alneyðugt at orða nakrar leiðreglur um, hvat endamálið er við at nýta hesa tøkni, hvørjar trupulleikar hon skal vera við til at loysa, hvussu hon verður nýtt, og ikki minst, hvar markið gongur fyri nýtslu av vælferðartøkni.

Á Løgtingi, 13. februar 2013

Eyðgunn Samuelsen