Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðgunn spyr heilsumálaráðharran um bústaðarmøguleikar hjá sálarsjúkum

tíðindaskriv

Í miðlunum um vikuskiftið gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum greitt, at uppgávan við at tryggja, at fólk við sálarsjúku ikki skulu verða búgvandi á Psykiatriska Deplinum í áravís, skuldi verið loyst, nú nýggja sambýlið fyri fólk við sálarsjúku, Eystan Heyg í Havn, verður liðugt í hesum árinum.

Í miðlunum um vikuskiftið gjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum greitt, at uppgávan við at tryggja, at fólk við sálarsjúku ikki skulu verða búgvandi á Psykiatriska Deplinum í áravís, skuldi verið loyst, nú nýggja sambýlið fyri fólk við sálarsjúku, Eystan Heyg í Havn, verður liðugt í hesum árinum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at hetta hevur verið ein tilgongd, sum farið varð undir fyri skjótt nógvum árum síðani, og at hesi fólk hava fingið útlit fyri at sleppa at búgva aðrastaðni í samfelagnum. Sama dag koma landsstýriskvinnan í almannamálum og sáddi iva um hetta, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum búgva á Psykiatriska Deplinum, skulu vænta sær nýggjan bústað fyri tað, um hetta sambýlið verður liðugt í ár.

Fari tí at loyva mær at spyrja landsstýrismannin í heilsumálum, hvussu hesar útmeldingar skulu skiljast. Er tað veruliga so, at hóast Løgtingið hevur játtað milliónir oman á milliónir til sambýlir til fólk við sálarsjúku, og at Almannamálaráðið hevur keypt hús til endamálið, bygt økisdepil í Vági og nú sambýli í Havn fyri fólk við sálarsjúku, so verða tað framvegis nógv fólk, sum skulu verða búgvandi á Psykiatriska Deplinum, tí Almannaráðið ikki hevur megnað at lyft hesa uppgávuna. Ein uppgáva, sum eitt samt Løgting, ár aftaná ár, hevur sett sær fyri at loysa.

Tað eru ikki játtaðir fleiri pengar til sambýlir fyri fólk við sálarsjúku. Tí hevur ein fingið ta fatan, at hendan uppgávan at tryggja, at fólk yvirhøvur verða búgvandi á Psykiatriska Deplinum, var loyst. Mær er upplýst, at tað framvegis eru eini 15 fólk, sum hava sín fasta bústað á Psykiatriska Deplinum, og at onkur teirra hevur búð har í meira enn fjøruti ár. Samstundis leggjast fólk afturat, tí Almannaverkið ikki megnar at fáa til vega bústaðir. Ja, enntá, at ung fólk longu hava verið innløgd í eini trý ár, meðan tey bíða eftir øðrum bústaði.

Tí setur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, Karsten Hansen, landstýrismanni heilsumálum, hesar spurningar:

1) Er tað rætt skilt, at loysn er funnin, so tey við sálarsjúku, sum í mong ár hava búð á psykiatriska deplinum fáa pláss á sambýli seinni í ár?

2) Um nei, nær væntar landsstýrismaðurin, at ein loysn verður funnin?

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna