Nú Bakkafrost fær endurnýggja sítt aliloyvi í Árnafirði spyr Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Johan Dahl landsstýrismann um, hvørji atlit vera tikin til hummaraveiðuna á staðnum. Um ætlanin er at seta treytir til loyvið, so hummaraveiðan kann halda fram. Spurningarnir eru hesir :
Nú Bakkafrost fær endurnýggja sítt aliloyvi í Árnafirði spyr Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna Johan Dahl landsstýrismann um, hvørji atlit vera tikin til hummaraveiðuna á staðnum. Um ætlanin er at seta treytir til loyvið, so hummaraveiðan kann halda fram. Spurningarnir eru hesir :
1) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað eru ásetingar, tá ið aliloyvir vera givin, um hvussu stóra mongd av laksi loyvt er at ala, á einum ávísum firði ?
2) Kann landsstýrismaðurin upplýsa, í hvønn mun, Heilsufrøðiliga Starvsstovan ferð at fylgja tilmælinum frá umhvørvisstovuni, viðvíkjandi at flyta alingina longur út á fjørðin og at strikað aliøki inni á firðinum í Árnafirði ?
3) Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um ætlanin er at taka atlit til teir, sum royna eftir hummara í Árnafirði og hvussu hetta verður gjørt, í samband við áseting av treytum tá ið omanfyrinevnda aliloyvið verður endurnýggja ?
Viðmerkingar :
Nú um dagarnar frættist, at aliloyvi hjá P/F Bakkafrost Farming helst verður longt í 12 ár, hóast Hummarafelagið mælir frá hesum í teirra hoyringsskrivið. Tað sum tó ikki enn er greitt er, hvussu stórt øki endurnýggjaða loyvið ferð at fevna um.
Í summar vóru vit vitni til at hummari og onnur djór vóru deyð í rúsunum í Árnafirði. Kanningar hjá Havstovuni av firðunum í Norðoyggjum tann 9 juli í ár, vístu at oxygen innihaldi á firðunum, m.a í Árnafirði, júst har alibrúkini liggja, var í lægra lagi.
Umhvørvisstovan sigur í hoyringsskrivið til málið, at tey meta tað verða skilagott at flyta alingina longur út á fjørðin, har sjógvútskiftið er størri. Hetta tí, at : ” aliøkið innari á firðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini”. Umhvørvisstovan mælir samstundis til, at aliøkið inni á firðinum verður strikað, um alingin verður flutt longur út.
Ivaleyst ávirkar loyvda mongdin av alifiski á einum øki, hvussu er við dálking og súrevnisnøgdini á ávísa firðinum. Tað er tí áhugavert at fáa upplýst, um nakrar metingar eru av, hvussu stórar mongdir tað er ráðiligt at ala á einum øki, sum hesum í Árnafirði og ikki minst, um aliloyvið inniheldur ásetingar um mest loyvdu mongd av alifiski á økinum.
Hetta málið snýr seg bæði um atlit til umhvørvi og atlit til aðra vinnu á staðnum. Fyri at kunna staðfesta í hvønn mun atlit verður tikið til hesi bæði, tá ið eitt aliloyvi verður endurnýggjað, vera hesir spurningar settir.
Á løgtingi tann 5 september 2014
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna




