Sambært krabbameinsætlan fyri Føroyar, ið kom út í 2009, er greitt at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast um tiltøk verða sett í verk, sum hava til endamáls at minka um tilburðirnar.
Sambært krabbameinsætlan fyri Føroyar, ið kom út í 2009, er greitt at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast um tiltøk verða sett í verk, sum hava til endamáls at minka um tilburðirnar.
Tí spyr Eyðgunn Samuelsen, Karsten Hansen landsstýrismann, m.a. hvussu langt er komi við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður í krabbameinsætlanini fyri Føroyar.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum ikki hava fingið sett í verk screening fyri krabbamein í langa og baktarmi, sum danska Heilsustýrið hevur mælt til?
- Hvussu langt er komið við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður í krabbameinsætlanini fyri Føroyar?
- Nær verður landsumfatandi screening fyri bróstkrabba sett í verk?
- Er gjørd ein endurskoðan av screening fyri lívmóðurhálskrabba, sum eisini er tilmælt í Krabbameinsætlanini?
Viðmerkingar
Krabbamein er ein sjúka, sum rakar mangan føroying og føroyskar familjur, og sum hevur við sær stórar menniskjansligar avleiðingar.
Vit fingu í 2009 eina dygdargóða og umfatandi ætlan fyri, hvussu vit skulu fara fram á krabbameinsøkinum, og kom hendan ætlan við nógvum góðum tilmælum til, hvussu vit kunnu bøta um fyribyrging og viðgerð av krabbameini. Sagt verður beinleiðis í hesi ætlan, at sannlíkt er, at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast, og at tað tí er týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.
Tað má sostatt sigast at hava stóran týdning fyri nógvar føroyingar og føroyskar familjur, at nakað munagott verður gjørt fyri at fyribyrgja krabbameini, har tað ber til.
Í ætlanini verður mælt til, at tað verður gjørd ein sokallað screeningseind í Heilsuverkinum, sum skal samskipa hetta arbeiðið. Sum skilst, er hetta ikki gjørt, og fregnast má tí eftir hví so er, og í øðrum lagi um, nær hetta verður gjørt.
Tað verður eisini tilmælt, at sett verður í verk screening fyri bróstkrabba, sum fevnir um allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár og seinni møguliga víðka til aðrar aldursbólkar. Ein kann undra seg yvir, hví hetta ikki er sett í verk enn.
Viðvíkjandi krabbameini í langa og baktarmi verður tilmælt, at vit fylgja teimum tilráðingunum, sum danska Heilsustýrið kemur við. Á júst hesum økinum er í Danmark sett í verk screening at galda frá 1. mars 2014 og fevnir um allar kvinnur og menn í aldrinum 50-74 ár. Hetta er tó ikki sett í verk í Føroyum, og man kann undrast á, hvørjar grundgevingar landsstýrismaðurin hevur fyri ikki at fylgja danska Heilsustýrinum á hesum økinum. Tað átti ikki at verið neyðugt at verið eftirbátur á hesum økinum, tá tilmælini eru so greið, og ein kann fáa varhugan av, at tað eru tær umfatandi sparingarnar í Heilsuverkinum, sum samgongan hevur framt, sum forða fyri, at hesi átøk verða sett í verk. Tey kosta pening her og nú, men spara bæði pening og líðing, sum frá líður.
Tað undrar eisini, at landsstýrismaðurin, sum í sambandi við heilsunýskipan hevur ført fram, at tað eru trý lyklaorð, sum er galdandi, og tað er fyribyrging, fyribyrging og fyribyrging, at tað soleiðis verður latið vera við at gera ta fyribyrging, sum danska Heilsustýrið beinleiðis mælir til. Her er ikki samsvar millum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður gjørt.
Sóknast verður tí eftir, at landsstýrsimaðurin, nú tað nærum eru gingin 5 ár síðani, krabbameinsætlanin kom, kann koma við einum ítøkiligum svari uppá, hvussu hesin parturin av ætlanini, fyribyrgingin, kann setast í verk beinanvegin, so vit sum minsta krav eru á hædd við grannalond okkara.
Á Løgtingið tann 7. okt. 2014
Eyðgunn Samuelsen




