Jyllands Posten veit at siga frá eini kanning, ið gevur ábendingar um, at tað er ein myta, at fólk eru meira eydnurík í hjúnalagið enn uttan.
Eitt granskaralið frá Michigan State University, fylgdi 24.000 týskum statsborgarum í 15 ár, við at seta teimum spurningar, fyri at finna útav hvussu tey sjálvi hugsaðu um teirra støðu.
Granskararnir siga, at sjálvt um at fólk vanliga kenna økt nøgdsemi í lívinum beint eftir at tey eru gift, so fellur nøgdsemi til sama støðið, ið tað var á áðrenn tey giftust.
Kanningin vísur eisini, at einkjur og einkjumenn eru minni nøgd við lívið eftir at hava mist, enn tey vóru áðrenn tey vórðu gift. Tó venda tey skjótt aftur til áleið sama støði av nøgdsemi, ið tey høvdu áðrenn tey mistu.
"Ein persónur ið er sera væl nøgdur við lívið, hevur vanliga eitt stórt sosialt netverk og tískil minni at vinna við einum hjúnalagi. Hinvegin, hava persónar, ið eru einsamallir, og tískil oftast minni nøgdir, meira at vinna við at ganga í hjúnaband," sigur Richard Lucas, ið stóð á odda fyri granskingini.




