Eg vil við hesum rættleiða hyggjaran, sum hugdi eftir innslagnum í D&V. 10.08.2006, har eg, Eyðstein Poulsen, segði mína hugsan um gongdina í dag.
Eg varð ringdur upp av SVF grundað á lesarabrøv, sum eg havi skrivað ta síðstu tíðina, og spurdur, um eg kundi grundað nøkur av mínum sjónarmiðum, játtaði eg. Vit høvdu eitt hugnaligt prát her norðuri í Klaksvík.
Feilurin, sum síðan er íkomin, kom, tá fólk frá SVF fóru við saksi at klippa, soleiðis, at eg nú lutvíst leggi ábyrgdina yvir á peningastovnarnar fyri ta gongd, sum er í dag við risastórum lánum. Tað er hetta, sum eg vil reinsa meg fyri.
Undir upptøkuni fekk eg ein konkretan spurning frá SVF. Teir spyrja meg: Heldur tú, at peningastovnarnir skuldu verið meira ábyrgdarfullir. Eg svaraði líka konkret: Nei, tað haldi eg ikki, at ein kann siga; tí um ein peningastovnur fer at nokta fólki lán. Ja, so fara fólk bara til næsta peningastovn. Og tá fleiri fólk hava havt somu uppliving í sama stovni, kemur hesin peningastovnur at standa sum tapari við ongum viðskiftafólki.
Lesarin kann sjálvur meta um, um omanfyri standandi svar hevði givið innslagnum í D&V ein annan boðskap. Eg haldi, at ábyrgdin liggur á hægri staði enn hjá peningastovnunum.
Tað, sum eg eisini legði upp til undir upptøkuni, var, at eg ikki helt, at "bankavinnan" kundi stýra sær sjálvari, og at tað var uppá sítt pláss, at henda vinnan bleiv stýrd við allari hóvligheit.
Til síðst vil eg leggja afturat, at eg havi snakkað við SVF um trupulleikan, og duga teir nú eisini at síggja trupulleikan. Tí vil eg heita á lesaran um at taka henda gloymda spurningin upp í innslagið, so tað fær eitt meira rættvíst perspektiv.




