Eyðstein Sørensen á Viðareiði, sum í gjár, saman við Kósini, keypti línuskipið Pison, fer sjálvur at verða skipari á Pison.
Eyðstein Sørensen á Viðareiði, sum í gjár, saman við Kósini, keypti línuskipið Pison, fer sjálvur at verða skipari á Pison. Tað sigur hann við við facebook-síðuna hjá Føroyasku Sjómansmissiónini.
Eyðstein, sum seinastu árini hevur verið skipari á grønlendska línuskipinum Aja Aaju sigur, at hann er eitt sindur troyttur av at sigla í Grønlandi, og at hann nú gleðir seg til at koma heim aftur at fiskað á heimligum leiðum.
”At keypa Pison er ein møguleiki fyri at koma aftur og gerast virkin í føroyska fiskiflotanum,” sigur hann. – Ikki tí, tað er nógvur fiskur at fáa í Grønlandi. Síðsta túr royndi Aja Aaju í Julianihåbsvíkini og lógu teir um 35.000 pund uppá dagin av góðum toski.
Skipið í góðum standi
Eyðstein Sørensen sigur við Sjómansmissiónina, at hóast Pison er frá 1961, so er skipið í rímiliga góðum standi. Millum annað er høvuðsmotorurin nýliga settur í stand.
”Okkurt smávegis viðlíkahald skal gerast við skipið áðrenn tað fer til fiskiskap fyrst í komandi árið,” sigur hann.
14 mans vera við Pison.




