Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun á Lakjuni vann Skipaqvistin á Varamkeldu

John William Joensen

Triða umfarið í SkipaQvistinum 2007 var hildið seinnapartin í gjár í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður á Føroya Sjómannadegi tann 18. august

Tíðindaskriv frá SKIPALISTANUM:

SKIPAQVISTIN Á VARMAKELDU

Triða umfarið í SkipaQvistinum 2007 var hildið seinnapartin í gjár í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 30 skipaspurningar vóru á skránni, og tað vóru ikki so fáir fuglfirðingar, sum hildu seg til. Tað er einki at taka seg aftur í, at føroyingar vita nógv um skip og sjógv, og tað sást aftur í spurningunum, har væl var svarað. Tætt var eisini frammi í oddinum, men ein vinnari var tó funnin.

Fremsti skipaserfrøðingurin í Fuglafirði í dag er sambært SkipaQvistin á Varmakeldu Eyðun á Lakjuni. Hetta merkir, at Eyðun verður millum finalistarnar í stóru finaluni á Sjómannadegnum, sum verður hin 18. august í Klaksvík.

Fjórða umfar av SkipaQvistinum fer fram nú sunnudagin 8. juli á Fjarðastevnu á Strondum. Øll áhugaði eru vælkomin at luttaka.

Tað er SKIPALISTIN, sum skipar fyri kappingini.

Harleywoodpaint