Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eyðun av Reyni sýnir fram í Glyvra kirkju

Jóhann Lützen

Sunnukvøldið 23. oktober kl. 20 letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju.

 

Eyðun av Reyni, listamaður, sýnir fram. Í sambandi við framsýningina verður tónlist.

Jón Magnus Joensen, urguleikari, spælir á Frobenius-orglið.

 

Bárður Jákupsson sigur í bók síni “Myndlist í Føroyum”: Eyðun av Reyni í Havn var næmingur á Askou-Jensens tekniskúla í Keypmannahavn 1971-72, síðan á málaraskúlanum á listaakademinum hjá Wilhelm Freddie 1972-78.

Hann hevur í fleiri ár tikist við koloristiskan landslagsmálning. Málningarnir eru komponeraðir við sterkum litum og stórum pensilsstrokum í einum myndamáli, ið abstraherar frá myndevninum. Men tey seinasti árini hevur hann aftur í størri mun undirstrikað sambandið við tað ítøkiliga myndevnið –linjur, rørslur og flatar sipa til veggir, galvar og skjøldrar á húsum. Ein linja og ein litur kunnu bákna væðing og kvøldroða. Svartir og violettir litir eru klangbotnur undir sterkum reyðum, grønum, bláum og gulum litbrigdum.