Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun gav B36 grá hár í høvdið

(
John Færø)

Vit kundu tað sama nevnt allar KÍ-leikararnar fyri góða avrikið ímóti B36, serliga áðrenn hálvleikssteðgin, tí allir tóktust at vera væl uppsettir og arbeiddu sera væl og nógv. Tó var ein leikari serliga eyðsýndur – enn einaferð, mugu vit siga.

Hetta var Eyðun Klakstein, sum tykist hava funnið eina endurnýgging sum fótbóltsspælari úti á vinstra borði hjá KÍ.

Eftir at hann í seinastuni hevur verið ein meira spakur og varin leikari, hevur Eyðun seinastu kanska 4-5 dystirnar ella har áleið verið sera ágangandi og stríðsfúsur og hevur ikki hevur verið bangin fyri at brúka sín sera góða, kvika tekniska førleika til lítar.

Soleiðis var aftur sunnudagin, serliga í fyrra hálvleiki, tá hann fekk meir at arbeiða við, enn hann fekk eftir steðgin, tá hann eisini varð skiftur út móti endanum.

Serliga fekk Allan Mørkøre at kenna teknikkin hjá Eyðun, sum vann fleiri nærdystir teirra millum.

Besta detaljan í øllum dystinum var, tá Eyðun fór einsamallur ígjøgnum alla høgru verjusíðu hjá B36 og kom heilt inn í brotsteigin, men tíverri fekst ikki úrtøka burturúr hesum framúr driblitúri, sum eingin á vøllinum hevði kunnað gjørt Eyðuni eftir.