Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eyðun Joensen flytir fram røðu í Vágstúni

Jóhann Lützen

Tá skrúðgongan við býráðslimum, ítróttarfólki og skótum kemur heim í Vágstún í dag kl. 14, verður tað gamli klaksvíkingurin í Havn, Eyðun Joensen, ið fer at røða. Eyðun er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur slitið sínar barnaskógvar í fjøruni við Biskopstø.

Eyðun Joensen er løggildur sálarfrøðingur og hevur arbeitt innan yrki í drúgvt áramál.

Sjálvur sigur Eyðun við Norðlýsið, at hann fer at røða um samleika og tað, at kenna seg sum ein Klaksvíking, hóast hann hevur búð í Tórshavn í mong ár.

Eyðun greiðir frá, at hansara barndómsheim er har Café Fríða er í dag og hann minnist, at tá ein grind legði beinini í fjøruni har, so var ein hvalur skorin á háls inni hjá teimum!