Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakkstein hevur aftur latið seg í blátt og hvítt: Journalisturin roynir seg aftur sum fótbóltsleikari

(
John Færø)

Í fótbóltshøpi er hann ikki longur nakar unglingi, men tað ræðir ikki 30 ára gamla Eyðun Klakkstein frá at taka upp kappingina við ungu stórtalentini í KÍ-hópinum um eitt pláss á 1. liði.

Seinast Eyðun Klakkstein leikti ein landskappingardyst við besta KÍ-liðnum var í 2000, tá hann var við í 6 av teimum 7 seinastu dystunum hjá liðnum.
Sostatt hevur Eyðun hesi bæði seinastu kappingarárini ikki av álvara verið við á besta KÍ-liðnum.
Men nú er hann aftur …

Eyðun átti síðsta
KÍ-málið í 1999.

Árið fyri (1999) hevði hann nakað meira av leiktíð á KÍ-liðnum, sum tað árið vann alt, ið vinnast kundi.
Eitt nú átti Eyðun æruna av tí seinasta málinum, sum KÍ gjørdi tað árið. Tað bleiv noterað sum eitt sjálvmál, men tað var altso Eyðun, sum átti skotið, ið ein fuglfirðingur beindi víðari í egið mál.
Sama árið var hann við á KÍ-liðnum, sum luttók í Evropa-Cup. Í útidystinum ímóti eysturríkska liðnum Grazer AK eydnaðist tað Eyðuni at seta bóltin í mál, men málið varð tíverri ikki góðkent, tí dómarin beint framman undan hevði dømt fríspark … til KÍ!

Góður bóltførleiki og
positivur hugburður.

Vørumerkið hjá fótbóltsleikaranum Eyðuni Klakkstein hevur allar tíðir verið góður bóltførleiki, kvikar fintur og positivur hugburður.
Hetta kom eitt nú til sjóndar í steypafinaluni í 1994, tá hann vann KÍ eitt avgerandi brotsspark ímóti B71, sum Jákup Mikkelsen tá umsetti í mál. KÍ vann finaluna 2-1.
Sostatt er Eyðun Klakkstin ein leikari við drúgvum royndum, sum saman við positiva hugburðinum kunnu vera góðar at hava á KÍ-liðnum.