Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein bleiv søguligur í B36

Jákup Ósá

Klaksvíkingurin er fyrsti venjarin hjá B36 nakrantíð, sum megnar at fáa felagið at endurvinna eitt føroyameistaraheitið.

B36 vann í dag sítt 11. føroyameistaraheitið í fótbólti. Tað sum kanska eyðkendi mest hetta føroyameistaraheitið hjá B36 var, at hetta er fyrstu ferð í søguni, at felagið megnar at endurvinna føroyameistaraheitið.

Høvuðsábyrgdina av B36 liðnum í hesum søguliga FM heitinum hevur klaksvíkingurin Eyðun Klakstein. Hetta er fyrstu ferð, at hann roynir seg sum venjara í øðrum felagi enn KÍ og sigast má, at tað hevur ligið sera væl fyri. B36 hevur bara tapt ein dyst í ár og seinastu 10 dystirnir hava allir givið fulla úrtøku.

B36 er føroyameistari 2015 og Norðlýsið ynskir Eyðuni og øllum hinum í B36 hjartaliga til lukku við tí!