KÍ-venjarin er alt annað enn fegin um avrikið hjá sínum leikarum móti GÍ og sigur, at nú mugu spælarar og venjarar í felag syrgja fyri, at innsatsurin verður ein heilt annar næstu dystirnar.
Tað var ringt lag á øllum bláum hjørtum seinnapartin sunnudagin, eftir at KÍ á heimavølli hevði verið fyri stórtapi 0-4 móti GÍ.
Áskoðararnir vóru skjótir avstað, og leikararnir vóru eisini kvikir innaftur í skiftingarhølini, meðan GÍ-áskoðarar og leikarar fegnaðust á og kring vøllin.
Maðurin, ið situr við evstu leikligu ábyrgdini hjá besta KÍ-liðnum, er sjálvandi høvuðsvenjarin, Eyðun Klakstein, og hann var sjálvandi sera illa nøgdur um úrslitið og enn minni um avrikið hjá sínum liði, tá vit fingu orð á hann eftir dystin.
– Vilji og innsatsur manglaðu í so stóran mun, at tað var næstan flovisligt at hyggja eftir dystinum. Vit kunnu ikki bjóða okkum sjálvum og áskoðarum ein slíkan dyst, og tað eigur ikki at koma fyri, at KÍ tapir 4-0 á heimavølli – líkamikið hvat mótstøðuliðið er.
– Tá ið støðan var ringast hjá KÍ í summar, og niðurflytingin lá og lúrdi, stríddust spælararnir hvønn tann einasta dyst. Hóast nøkur tap á rað, vóru eingin tekin um upploysn á liðnum. Nú hevur liðið tryggjað sær plássið í deildini – og enn tá staðið seg væl í langa tíð – men nú eru tekin um upploysn. Seinastu tveir dystirnir hava verið vánaligir, mótstøðuliðini skora sum tey vilja ímóti okkum, og vit fáa einki burtur úr frameftir.
– Eg havi stúrt fyri seinastu seks dystunum, men nú mugu spælarar og venjarar í felag syrgja fyri, at innsatsurin verður ein heilt annar næstu dystirnar. Tú kanst altíð koma út fyri at tapa ein dyst ella tveir, men tú kanst altíð stríðast av heilum huga fyri at fáa eitt gott úrslit – og tað gera vit ikki í løtuni.
– KÍ er endað í einari støðu, har liðið hevur lítið at spæla fyri, og tað kann ganga út yvir innsatsin og motivatiónina eftir eitt langt og strævið kappingarár. Men GÍ er í júst somu støðu, og tað var imponerandi at síggja, hvussu teir stríddust fyri sakini allar 90 minuttirnar. Hatta kundu vit lært eitt sindur av.




