Hóast góða gongd í næsta triðingi av kappingini, so hevur Víkingur valt at skifta venjara.
Víkingur skrivar soleiðis:
Seinnu árini hevur eitt ættarliðsskifti verið ávegis í Víkingi. Leiðslan í felagnum ynskir nú, at tað skal meira ferð á hesa tilgongd, har ungir leikarar fáa størri leiklut á besta liði felagsins.
Vit hava í dag gjørt avtalu við Jóhan Petur Poulsen, um at gerast høvuðsvenjari hjá Víkingi, og harvið ganga á odda fyri tí tilgongd, sum vit nú fara undir. Hóast ungur og ongar royndir sum venjari í bestu deildini, so er Jóhan Petur eitt vælkent andlit í okkara felagi, har hann í skjótt 6 ár hevur verið venjari hjá okkara fyrstudeildarliði. Haraftrat hevur hann seinastu tíðina eisini virkað sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Vit ynskja Jóhan Peturi bestu eydnu við høvuðsvenjarastarvinum.
Vit takka Eyðuni Klakstein fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta víðari.
Víkingur hevur ikki fleiri viðmerkingar til venjaraskiftið.


