– Vit hava enn ongan dyst tapt í seinnu hálvu, og vit hava fingið 13 stig í teimum seinastu fimm umførunum – tað er eitt flott avrik av liðnum, heldur Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá KÍ.
Vit fingu orðið á KÍ-venjaran eftir tann hugaliga stórsigurin sunnudagin ímóti botnliðnum VB/Sumba, sum mátti heimaftur við einum tyngjandi 3-6 ósigri, ið samstundis gjørdi enda á seinastu vónini um framhald í Formuladeildini.
Vaknaðu av
VB-málinum
– Vit byrjaðu heldur spakuliga í dag og fingu eitt mál ímóti okkum beinanvegin.
– Kanska var tað bara gott, at hetta málið komið, tí vit vaknaðu av tí, og vit vóru klárt betra liðið restina av tíðini.
– Í fyrra hálvleiki var spælið nøkunlunda, men vit spældu meira flótandi álopsfótbólt í seinna hálvleiki, og vit skaptu nógvar stórar kjansir.
Treytaleysur
álopsfótbóltur
– Vit løgdu upp til treytaleysan álopsfótbólt í dag, og eg haldi, at áskoðararnir sóu eitt KÍ-liðið, sum í seinna hálvleiki spruttaði av spæligleði og kreativiteti.
– Bara spell, at vit ikki vóru neyvari í seinna hálvleiki, tá ið vit skaptu ein kjans fyri og annan eftir.
– Spælararnir hava verið ótrúliga raskir í seinnu hálvu, og úrslitini hava verið stak góð.
– Vit hava ongan dyst tapt í seinnu hálvu, og vit hava fingið 13 stig í teimum seinastu fimm umførunum – tað er eitt flott avrik av liðnum, sigur Eyðun Klakstein, ið sostatt gevur sínum leikarum mestu æruna av flottu gongdini hjá KÍ í Formuladeildini teir seinastu dystirnar.




