Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein KÍ-venjari: Tað er nú vit skulu stað-festa okkara framgongd

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hjá KÍ, metir ikki dystin ímóti VB/Sumba sum nakran lagnudyst fyri KÍ – men hann fer heilt vist eftir einum sigri.

– Dysturin sunnudagin er ikki nakar lagnudystur hjá okkum, men tað er nú, at vit skulu staðfesta okkara framgongd, sigur Eyðun Klakstein og vísir her á ta framgongd, sum KÍ hevur víst hesar seinastu dystirnar:

– Fyri seks umførum síðani høvdu vit júst tapt ímóti VB/Sumba og lógu fýra stig frammanfyri teir í botninum. Vinna vit á VB/Sumba sunnudagin, so fara vit 17 stig fram um teir, og harvið kunnu vit staðfesta eina framúr góða gongd seinastu vikurnar.

Bara ein sigur
kann góðtakast

– Vit fara púra vist eftir øllum trimum stigunum, og hóast royndirnar siga, at heimadystirnir ímóti VB/Sumba kunnu verða truplir, so kann bara ein sigur góðtakast sunnudagin.

– Nú skulu vit enn einaferð vísa teimum og okkum, at KÍ hevur einki at gera í botninum í Formuladeildini.

– Vit líta framvegis upp eftir stigatalvuni, og næsta málið hjá okkum er at røkka fimta plássi.

KOYR Á KÍ !!!