– Tað var eitt vónbrot at tapa dystin, men vit fingu tað, sum vit høvdu
uppiborið, segði KÍ-venjarin eftir 1-3 ósigurin á Argjum sunnudagin.
Dysturin hjá KÍ ímóti AB á Argjum sunnudagin var avgjørt ein av teimum vánaligu, síðan Eyðun Klakstein og Trygvi Mortensen tóku yvir sum ávíkast venjari og hjálparvenjari hjá Formuladeildarliðnum hjá KÍ, og høvuðsvenjarin duldi heldur ikki fyri sínum vónbrotið:
– Fyrri hálvleikur var á góðari leið. Vit spældu væl til tíðir, forðaðu teimum í at fáa kjansir og skoraðu eitt sera gott mál. Teir komu innaftur í dystin við einum bíligum brotssparki.
Mistu takið
fullkomuliga
– Í seinna hálvleiki mistu vit fullkomiliga takið á dystinum. Vit duttu sundur taktiskt, gjørdu teknisk mistøk, og vit stríddust ikki so líka nógv, sum vit hava gjørt undanfarnu dystirnar, segði Eyðun, sum eisini helt tað vera sjónligt, at AB hevði meira at spæla fyri, og teir gjørdu alt fyri at vinna.
– Tað var eitt vónbrot at tapa dystin, men vit fingu tað, sum vit høvdu uppiborið.
– Stóri vandin er nú, um vit ikki klára at halda dampinum uppi seinastu fimm dystirnar, hóast vit ikki hava so nógv at spæla fyri, sum onnur lið hava.




