– B36 má metast at verða stórur favorittur til dystin, men vit fara at gera okkara til, at vit kunnu fáa okkurt við okkum úr Gundadali, sigur Eyðun Klakstein KÍ-venjari m.a.
Norðlýsið frættir úr KÍ, at besta liðið er ikki heilt leyst at skaðum, til dystin í Havn sunndagin ímóti oddaliðnum B36.
Ovi er við aftur, men
ivi um Denni og Leon
Tað er ivasamt, um Denni Conteh og Leon Bjartalíð verða við í KÍ-hópinum í Gundadali.
Denni stríðist við ein skaða í fótliðnum, og Leon hevur trupulleikar av einum skaða í knænum.
Á tí positiva bógnum er, at Ovi Nysted, sum fyrr í ár spældi við B36, er við aftur á besta KÍ-liðnum eftir ein skaða.
Eingin leikari hjá KÍ er leikbannaður til hendan dystin.
Venjarin: B36 er
ein trupul dystur
Hóast KÍ hevur vunnið fleiri av sínum seinastu dystum, so er tó greitt, at hesir sigrar eru komnir ímóti liðum, sum liggja niðarlaga ella í miðskeiðis á stigatalvuni.
Hetta kann ikki sigast um dystin sunnudagin, tí sum kunnugt er B36 í løtuni oddalið í Formuladeildini, og Eyðun Klakstein KÍ-venjari er eisini varin í sínum útsagnum:
– B36 má metast at verða stórur favorittur til dystin. Teir hava ongantíð tapt á heimavølli í ár og hava vunnið seks teir seinastu dystirnar.
– Í løtuni tykist tað næstan ógjørligt at skora ímóti B36, so vit hava eina trupla uppgávu imóti teimum, heldur Klakstein, sum tó sjálvandi ikki hevur lagt kongin áðrenn fyrsta bríksl:
– Vit hava staðið okkum væl seinastu vikurnar, bólturin er rundur, og okkara spælarar eru uppsettir til dystin.
– Vit fara at gera okkara til, at vit kunnu fáa okkurt við okkum úr Gundadali.
KOYR Á KÍ !!




