Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Nolsøe 50

Oliver Joensen

Ídag kann ein navnframur klaksvíkingur halda sín 50 ára føðingardag, og neyvan fer hann aftur við borðinum uttan tónleik.

Hugsar tú um tónleikabólkin "Kjarnar", so kemur tær helst eisini Eyðun Nolsøe til hugs.

Í dag er hesin "unglingin" so 50 ár. Eyðun hevur verið sera virkin á tónleikaøkinum, so hóast tey flestu kanska samantvinna hann við Kjarnar, so hevur hansara musiska talent breitt seg nógv víðari enn so.

Sum flestum kunnugt, so hevur hann sítt dagliga yrki í Norðoya Sparikassa, har hann hevur verið ein nógv umhildin arbeiðishestur.

Eyðun, tillukku við degnum, stuttligt hevði verið at verið fluga á veggjunum í kvøld, tá allir tónleikararnir hittast, tí kenna vit teg rætt, so verður lívligt og hugnaligt.



Norðlýsið

Harleyfacadeacryl