Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Nolsøe framførdi KÍ-sangin í Keypmannahavn

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Tá ið BankNordik hóskvøldið stóð fyri ókeypis útisetakvøldið á Norðuratlantsbryggjuni, framførdi Eyðun Nolsøe nakrar landaplágur, men eisini KÍ-sangin. VIDEO.

Keypmannahavn: Tá ið BankNordik hóskvøldið stóð fyri ókeypis útisetakvøldið á Norðuratlantsbryggjuni, framførdi Eyðun Nolsøe nakrar landaplágur, men eisini KÍ-sangin. VIDEO.

Tað var skipað fyri einum reinum føroyskum kvøldi á Norðuratlantsbryggjuni, har dentur var lagdur á kunning til teir nýggju útisetarnir.

Les og síggj: ”MYNDIR: Útisetakvøld á Norðuratlantsbryggjuni”

Umframt hetta, var góður føroyskur laksur, føroyskar øl, sjokuláta og gott kaffi at fáa.

Í steðginum spældi Eyðun Nolsøe – sum eisini skal spæla til MíttLand í kvøld – nøkur kend løg. Eyðun lat eisini upp í hendurnar hjá lurtarunum at velja nøkur løg, og tað tók fjøldin undir við.

Tá ið Eyðun fyri aðru ferð spurdi fjøldina til ráðs, rópti ein um at spæla KÍ-sangin. Og tað stóð ikki á hjá Eyðuni, at spæla eitt brot úr góða sanginum.

Norðlýsið var til staðar og fekk kykmyndabrot av hesum, síggj niðanfyri:

Harleyfacadeacryl