Við sigri á Høgna E. Nielsen í 2. umfari í TALV-FM er Eyðun Nolsøe nr. 2 í landsliðsbólkinum aftan fyri Olaf Berg, ið hevur fult stigatal, og sama hevur Rani Baldursson í 1. bólki, har ungi klaksvíkingurin er á odda.
Við sigri á Høgna E. Nielsen í 2. umfari í TALV-FM er Eyðun Nolsøe nr. 2 í landsliðsbólkinum aftan fyri Olaf Berg, ið hevur fult stigatal, og sama hevur Rani Baldursson í 1. bólki, har ungi klaksvíkingurin er á odda.
Í landsliðsbólkinum er Eyðun Nolsøe komin væl frá byrjan, nú tvey umfør eru telvað. Hann telvaði javnt í 1. umfari ímóti sterka Martini Poulsen, og í 2. umfari, sum varð telvað Pálmasunnudag vann Eyðun á unga Høgna Egilstoft Nielsen.
Finnbjørn Vang, sum vann í 1. umfari, mátti í 2. umfari lúta fyri Olafi Berg, ið sum nevnt er á odda, og Finnbjørn hevur harvið framvegis 1 stig, nú tvey umfør eru telvað.
Triði klaksvíkingurin í landsliðsbólkinum, Ólavur Simonsen, tapti í fyrsta umfari í móti Olafi Berg, og í 2. umfari hevði hann aftur torføran dyst, hesaferð ímóti Martini Poulsen, men nú bar betur til hjá Ólavi. Talvið teirra millum endaði við javnleiki (remis), og harvið er Ólavur komin á stigatalvuna við ½ stigi.
Úrslitini í 2. umfari – 24. mars 2013:
Finnbjørn Vang – Olaf Berg 0-1
Høgni Egilstoft Nielsen – Eyðun Nolsøe 0-1
Herluf Hansen – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1-0
Martin Poulsen – Ólavur Simonsen ½-½
Hanus Brekká – Hans Kristian Simonsen ½-½
Støðan eftir 2 umfør – Landsliðsbólkurin:
01) Olaf Berg2,0 stig
07) Eyðun Nolsøe1,5 stig
02) Carl Eli Nolsøe Samuelsen1,0 stig
03) Finnbjørn Vang1,0 stig
04) Herluf Hansen1,0 stig
05) Martin Poulsen1,0 stig
06) Høgni Egilstoft Nielsen1,0 stig
08) Ólavur Simonsen0,5 stig
09) Hans Kristian Simonsen0,5 stig
10) Hanus Brekká0,5 stig
Rani Baldursson
á odda í 1. bólki
Rani Baldursson hevur fingið eina sera góða byrjan við fullum stigatali eftir tvey tey fyrstu umførini. Sigrarnir hjá Rana eru komnir ímóti Heiðriki Tindskarð Jacobsen og Bernhardi Augustinussen.
Hin klaksvíkingurin í 1. bólki, Tummas Martin Sólsker, hevur eisini fingið eina góða byrjan við javnleiki í 1. umfari, og í 2. umfari vann hann á Rógva M. Olsen. Harvið hevur Tummas Martin lagt seg á triðjapláss við 1, 5 stigum.
Støðan í 1. bólki eftir 2 umfør:
01) Rani Baldursson2,0 stig
02) Súni Jacobsen1,5 stig
03) Tummas Martin Sólsker1,5 stig
04) Jákup á Rógvi Andreasen1,0 stig
05) Heiðrikur Tindskarð Jacobsen1,0 stig
06) Sigurd B. Justinussen1,0 stig
07) Andrias Danielsen0,5 stig
08) Margar M. Berg0,5 stig
09) Bernhard Augustinussen0,5 stig
10) Rógvi M. Olsen0,5 stig
Í Almenna bólkinum tapti Vagn Heldarskarð sítt talv í 2. umfari, og í unglingadeildini var einki umfar telvað í dag. Teir telva sítt 2. umfar í morgin, mánadagin 25. mars.




