Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun & Terji fara við í innrás

VIVA Føroyar

Føroyska innrásin í Keypmannahavn er júst blivin enn festligari

Leygarkvøldið 1. apríl gera føroyingar innrás í Keypmannahavn við sangi, tónleiki og undirhald. 

Eftir at fyrireikararnir hava kunngjørt festbólkin Dynamit og skemtaran Sjúrð Skaale, er nú eisini greitt, at Eyðun & Terji verða við í innrásini.

Eyðun & Terji hava spælt í bólkum sum Frændum, Føstufressum og Moirae, og so hava teir eisini verið solistar og spælt saman sum duo. Teir hava óteljandi sangir at taka av, tá ið teir fara á pallin, og teir fara at tríva í tað besta av tí besta undir Innrásini – sangir sum Eros, 80 ini, Nummar, Dansa, Eg flýggi til tónleikin og Mítt land.

Innrásin verður í Amager Bio leygarkvøldið 1. apríl.