Frá leygardegnum 21. nov. verður framsýningin “Eygu hugans” hjá Eivør Pálsdóttir at síggja í Leikalund.
Gunvá við Keldu, Borgarstjóri í Klaksvík, opnar framsyningina kl 14 og Monika Ósá fer at syngja. Monika er ein av tónleikaspírunum úr Dávavirkinum.
Um “Eygu Hugans”
“Tankin aftanfyri heitið er, at sjálvt um vit lata eygu okkara aftur, so eru altíð 100 onnur eygu opin. Hetta er ein sýning, um at vera í ljósinum, sum vit øll eiga innan í okkum, og eg vóni at onkur fær okkurt gott burturúr hesum. Um ikki annað, ein ljósan tanka,” sigur Eivør.
Í ummælinum av framsýningina, sum var í Norðurlandahúsinum í vár sigur Bruno Eysturstein: “Næstan sum gandur drógu málningarnir meg á eina ferð inn í ókendar síður av sinninum. Hesar sveimandi og droymandi myndirnar við hugtakandi súmbolikki. Nakrir daprir og nakrir litríkir.
Ein songfuglur við fleri dygdum
Tey flestu kenna Eivør Pálsdóttir sum ein av okkar frálíku sangfuglum. Við “Hugans eygu” síggja vit at tað býr meir enn ein sangfuglur í henni.
Øll eru hjartaliga vælkomin til fernisering í Leikalund leygardagin 21. nov. kl 14.




