Hósmorgunin 3. oktober 2013 kl. 9:00 hevur Klaksvíkar Býráð eykafund í býráðshøllini. Á býráðsfundinum 19. sept. 2013 viðgjørdi býráðið mál nr. 13/00841 Nevndir, broyting í kommunustýrisskipan Klaksvíkar kommunu.
| Hósmorgunin 3. oktober 2013 kl. 9:00 hevur Klaksvíkar Býráð eykafund í býráðshøllini. Á býráðsfundinum 19. sept. 2013 viðgjørdi býráðið mál nr. 13/00841 Nevndir, broyting í kommunustýrisskipan Klaksvíkar kommunu. Málið snýr seg um, at Klaksvíkar Býráð á heysti í 2012 samtykti eina bygnaðarbroyting fyri umsiting kommununnar. Avgjørt var, at umsitingin skuldi byggjast upp kring fýra økir – stjórnarskrivstovuna, trivnaðardeildina, vinnu- og mentanardeildina og teknisku deildina. Og tað er í hesum sambandi avrátt at fremja eina broyting í nevndarsamanseting býráðsins. Tal av føstum nevndum, nevndarsamanseting og málsøkir eru partar av kommunustýrisskipanini, og broytingar í henni skulu viðgerast á tveimum býráðsfundum við minst 14 daga millumbili. Tí er hesin eykafundur settur á skrá. Um broytingin verður samtykt av býráðnum, er ætlanin eisini at velja limir og varalimir í nýggju nevndirnar á fundinum hósmorgunin. |




