Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyka tunnilsblað hóskvøldið 27. apríl

Oliver Joensen

Undirtøkan til tunnilsblaðið hjá Norðlýsinum hevur verið so stór, at vit fingu ikki alt tilfarið við og tí kemur blaðið aftur í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum komandi hóskvøld.

Tað hevur víst seg at vera stór undirtøka við Norðlýsinum nú upp undir at tunnilin skal lata upp. Orsakað av at alt tilfarið ikki slapp við í blaðið ídag, hava vit avgjørt eisini at senda blaðið hóskvøldið í hvørt hús í Eysturoynni og Norðoyggjum.
Lýsingar og tilfar annars til seinasta blaðið frammanundan at tunnilin letur upp, skal vera okkum í hendi í seinasta lagið mikudagin á miðdegi.