Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eykaaðalfundur

Danial Viðoy

Eykaaðalfundur verður í felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

TÍÐINDASKRIV: Eykaaðalfundur verður í felagnum Sinnisbati, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Á skránni verður val av nevndarlimum og eykalimum, til tess at fáa fullmannaða nevnd.

Hevur tú hug at fáa meira kunning um nevndararbeiðið í Sinnisbata, ella hevur tú hug at verða við í arbeiðinum hjá felagnum, er tú vælkomin at seta teg í samband við felagið, ella møta á fundinum.

Meira kunning um Sinnisbata fæst á sinnisbati.fo

Eykaaðalfundurin verður hildin tann 9. november kl. 17 í hølunum hjá Sinnisbata, Laðabrekka 1, Tórshavn.