Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eykafloksting í Bygdarhúsinum í Haraldssundi

John William Joensen

Leygardagin 23. november 2013, stevna tjóðveldisfólk til Haraldssunds, har Tjóðveldi heldur eykafloksting. Óluva Klettskarð setur eykaflokstingið leygarmorgunin kl. 09.30

Leygardagin 23. november 2013, stevna tjóðveldisfólk til Haraldssunds, har Tjóðveldi heldur eykafloksting. Óluva Klettskarð setur eykaflokstingið leygarmorgunin kl. 09.30

Á skránni er endurskoðan av stevnumiðum floksins. Stevnumiðini hjá flokkinum verða dagførd av og á, vanliga eru eini 7 – 8 ár ímillum. Stevnumiðini taka støði i ó broyttu stevnu Tjóðveldis. Allir partar í flokkinum eru umboðaði; aðalstjórn, tingmanning, umboð fyri øll økisfeløg og Unga Tjóðveldið.


Øll eru vælkomin á eykafloksting í Haraldssundi.

Skráin er:

Kl. 09.30: Aðalstjórnarforkvinnan bjóðar vælkomin.

Kl. 09.45: Eykaflokstingið skipar seg við vali av tingformanni og skrivarum.

Kl. 09.50: Samanskrivað og redigerað uppskot til dagførd stevnumið verður lagt fram frá redigeringsbólkinum.

Kl. 10.30: Umboðini fyri arbeiðsbólkarnar gera stuttar viðmerkingar til teir partar, tey hava arbeitt við.

Kl. 11.00: Kaffisteðgur og lesisteðgur, har hvør einstakur á flokstingi fær høvi at nærlesa uppskotið.

Kl. 11.45: Flokstingið skipar seg aftur í bólkar at viðgera ymsu partarnar.

Kl. 12.00: Døgurðasteðgur

Kl. 12.45: Bólka-arbeiði, har eisini hvør bólkur velur eitt talsfólk.

Kl. 14.30: Kaffisteðgur

Kl. 14.45: Bólkarnir leggja fram og orðið er frítt.

Kl. 17.30: Niðurstøður og samtyktir

Kl. 18.00: Aðalstjórnarforkvinnan endar flokstingið.