Hóast talan er um tryggingarskaða, so vantar Strandferðslan at umvælingin av Teistanum krevur at tingið játtar 1,65 mió. kr til umvælingararbeiði. Tað er Vinnumálaráðið sum hevur biði um eykajáttan
Strandferðslan skrivar í brævið sum Vinnumálaráðið hevur latið fíggjarnevndini:
… talan er um tryggingarskaða, har tryggingin kortini einans fevnir um sjálvan
skaðan, undantikið sjálvsábyrgd á 500.000 kr. Biðið verður tí um hesa upphædd.
Umframt hetta hevur Strandferðslan útreiðslur av leiguskipum tíðarskeiðið Teistin ikki kann vera í sigling. Fram til í dag eru nýttar 60.000 kr. til hetta endamál. Miðað verður ímóti, at Teistin kann verða liðugt umvældur innan næstu átta vikurnar, men mett verður neyðugt at leggja uppfyri óvæntaðum við trimum vikum, soleiðis at tikin verður hædd fyri leiguútreiðslum av eykaskipum fyri hetta tíðarskeið. T.e. ellivu vikur á 10.000 kr/dag, umframt tær 60.000 kr., sumlongu eru nýttar, 830.000 kr. til samans.
Afturat hesum kemur, at væntandi fer tryggingin at krevja, at skrúvurnar á skadda azimuttinum verða skiftar. Langa veitingartíðin av nýggjum skrúvum ger, at kostnaðurin av leiguskipum hækkar við 500-600.000 kr., men vil Strandferðslan í staðin mæla til, at skrúvurnar verða umvældar fyribils, og síðani skiftar næstu ferð skipið verður tikið upp. Henda umvæling verður mett at kosta um 300.000 kr., sum
Strandferðslan má rinda, tí tryggingin einans vil rinda fyri eina umvæling/skifting. Her eru sostatt 200-300.000 kr. at spara, umframt at Teistin fæst í sigling munandi fyrr.
Í sambandi við arbeiðið verður neyðugt hjá Strandferðsluni at hava eftirlit við, at alt fer fram á nøktandi hátt og fer kostnaðurin av hesum væntandi at liggja um 20.000 kr.
Sostatt verður komið fram til, at neyðugt er at biðja um 1.650.000 kr. í eykajáttan til umvæling o.a. av Teistanum. Hetta skal kortini takast við tí fyrivarni, at øll tøl sum nevnt ikki eru endalig enn, men besta boð upp á tørvin…..




