Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eykajáttanarlógir geva skeivar upplýsingar

Helgi Abrahamsen

Eykajáttanarlógin hevur ikki avlop.

“Landsstýrið hevur lagt stóran dent á, at allar eykajáttanir, ið verða latnar Løgtinginum, samlað hava avlop og jaliga ávirkan á úrslit landsins fyri 2016. Hetta eykajáttanaruppskotið hevur eitt avlop á 32.000 kr.”

Soleiðis skrivar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í viðmerkingunum til uppskotið til eykajáttanarlóg, sum løgtinið í løtuni viðgerð.

Kristina Háfoss er langt ífrá tað fyrsta landsstýrisfólkið sum skrivar soleiðis, men hetta er ein sera misvísandi, afturvendandi pástandur.

Hyggja vit eftir eykajáttanarlógini sum í løtuni liggur í løgtinginum, so økjast útreiðslurnar 3.318.000 krónur og inntøkurnar økjast 3.350.000 krónur. Tað gevur ein mun á 32.000 krónur, sum Kristina Háfoss kallað avlop á eykajáttanarlógini.

Men hvat er tað, sum løgtingið samtykkir og hvat samtykkir løgtingið ikki?

Fíggjarlógin er soleiðis uppbygd, at útreiðslurnar eru ásettar við lóg, meðan inntøkurnar eru bara metingar. Um eitt landsstýrisfólk brúkar meira pening enn tað sum stendur á fíggjarlógini, so kann viðkomandi landsstýrisfólk verða loyst úr starvi. Tað er lógarbrot at fara útum játtanina. Men einki landsstýrisfólk verður loyst úr starvi orsaka av, at inntøkumetingin ikki heldur. Tað er ein meting, sum kann fara báðar vegir.

So tá landsstýriskvinnan sigur, at uppskotið hevur avlop, so er tað sera misvísandi. Løgtingið samtykkir hvussu nógv landsstýrisfólkini kunnu brúka, og tá tað talið hækkar, so merkir tað, at landsstýrisfólkini sleppa at brúka meira. Tað at talið sum verður sett á inntøkurnar hækkar, merkir ikki at landskassin av teirri orsøk fær fleiri pengar, enn hann annars hevði fingið. Talan er bara um eina meting, sum onga ávirkan hevur á úrslitið.

Um vit ímynda okkum, at løgtingið fellir uppskotið til eykajáttanarlóg, so verður avleiðingin av tí, at landsstýrisfólkini sleppa ikki at brúka tær 3.318.000 krónurnar, men inntøkan verður sum hon verður, líkamikið um uppskotið verður samtykt ella ikki.

Tí hevur eykajáttanin ikki avlop – hon ger bara, at 3.318.000 krónur verða færri eftir í landskassanum, tá árið er liðugt.