Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eykasýning í Atlantis

Jóhann Lützen

Seinastu almennu sýningarnar av einrøðuleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” eftir Riu Tórgarð, verða eftir ætlan í Atlantis 29. og 30.nov. og 1.des., hvørt kvøld kl 20.

Upprunaligu – og útseldu – sýningarnar, sum skuldu verða 3. og 6.nov. verða ávikavist 29. og 30.nov.
Sýningin 1.des. er sostatt 1. eykasýning. Atg.m. eru til keyps á atgongumerki.fo/sjonleikur 

Ferðast hevur verið kring landi við einrøðuleikinum síðani frumsýningina í Finsen 15.sept. Umrøðan av leikinum og undirtøkan hevur verið góð.  

Afturat nevndu sýningar verða hesar í vikuni:
24.nov. kl 20 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
25.nov. kl 20 í Løkshøll  
28.nov. kl 17 í Ungmannafelagið Royndin í Nólsoy 

Fyrireikarnir boða frá at almennu koronatilmælini verða fylgd.