Av tí at so nógvur áhugið er fyri at síggja flotta, spennandi og áhugaverdi filmurin INUK mikukvøldi í Atlantis, er avgjørt at hava eina eykasýning sunnudagin kl. 15:00
Av tí at so nógvur áhugið er fyri at síggja flotta, spennandi og áhugaverdi filmurin INUK mikukvøldi í Atlantis, er avgjørt at hava eina eykasýning sunnudagin kl. 15:00
Filmurin er serstakur, tí leikararnir eru starvsfólk og børn á barnaheiminum í Umanaq í Grønlandi. Tað er eitt franskt filmslið, ið saman við Ann Andreasen, sum er ættað úr Klaksvik, og leiðari á barnaheiminum í Umanaq, ið hava staðið fyri framleiðsluni.
Longu nú hevur filmurin fingið 21 prísir á altjóða filmsfestivalum og er innstillaður til ein Oscar, sum “besti útlendski filmur” í 2012.
INUK everður sýndur í Atlantis mikukvøldið 20. Februar kl. 19.30 og sunnudagin kl. 15:00. Atgongumerkir kunnu keypat á www.atlantis.fo og við dyrnar. Kostnaður 80,- kr.
Í samband við premierun koma Mike Magidson, fims-leikstjóri, Ann Andreasen, framleiðari, Marc Buriot, framleiðair, at greiða frá leiklutinum hjá barnaheiminum í filminum, og um hvussu tað hevur eyndnast at fáa filmin upp á tað støðið hann er komin. Frásøgnin er løgd beint eftir filmin og tað er gjørlig at seta teimum spurningar.
Filmurin snýr seg um ein drong, ið livir í sosialt truplum korum í Nuuk. At enda er støðan so trupul, at drongurin verður sendur á barnaheimið í Umanaq. Síðani vísir filmurin hvussu drongurin upplivir broytingina, og hvat hann og onnur børn á barnaheiminum hava at dragast við. At hesum verður so knýtt søgan um upprunan hjá dreinginum, um pápa og mammu hansara og hansara barndóm.
Stórbara og avbjóðandi grønlendska náttúran spælir ein stóran leiklut í filminum.
Kom og fá eina áhugaverda og góða uppliving á Torradøgum, kom og hygg at filminum INUK.
Skráðin fyri Atlantis Bio í Torravikuni er hendan:
Mánadagin 18/2
Kl. 20:00Gangster Squad
Kl. 22:15Warm Bodies
Týsdagin 19/2
Kl. 20:00Gangster Squad
Kl. 22:15Warm Bodies
Mikudagin 20/2
Kl. 18:00Gangster Squad
Kl. 20:00INUK (Grønlendskur filmur)
Kl. 22:15Warm Bodies
Hósdagin 21/2
Kl. 18:00Min søsters børn i Afrika
Kl. 20:00Eystur í barm við Jógvan Gerðalíð
(Filmur hjá Zacharias Hammer)
Kl. 21:30Lincoln
Fríggjadagin 22/2
Kl. 18:00Min søsters børn i Afrika
Kl. 20:00Gamli postbáturin Barskor
(Filmur hjá Zacharias Hammer)
Kl. 21:30Lincoln
Leygardagin 23/2
Kl. 18:00Min søsters børn i Afrika
Kl. 20:00Bygdin og bjørgini
(Filmur hjá Zacharias Hammer)
Kl. 22:00Lincoln




