Árini báðumegin 1960 var pápi mín motorpassari við 50 tonsaranum Eystnes hjá Kjølbro. Báturin varð keyptur úr Danmark í 1948, og Skála Skipamiðju var skrásett sum eigari. Báturin var merktur FD 557 øll árini, hann var í fyritøkuni hjá Kjølbro.
Í fyrstuni róði Eystnes út av Skála, men nøkur ár seinni kom hann til Klaksvíkar at rógva út. Pápi loysti Pól Sofus Nordbech Joensen (f. 1922) av sum motorpassari (betri kendur sum Bei), sum er maðurin longst til vinstru í myndini. Eg havi ikki fingið uppklárað, hvørjir hinir menninir á myndini eru.
Seinastu tíðina pápi var við Eystnes, varð báturin mestsum bara mannaður við leirvíkingum, og Eirikur Justinussen var skipari. Tá útróðrarvikan var liðug, sigldi pápi leirvíkingarnar yvir til Leirvíkar, og síðan tók hann teir umborð aftur har, tá farið var avstað aftur. Tá havi eg verið 5-6 ára gamal, og tá hevði hann meg ofta við sær. Tá í tíðini var Leirvík brimpláss, og tí hendi tað seg onkuntíð, at vit máttu fara til Fuglafjarðar við monnunum. Eg minnist serliga væl tann eina túrin um Leirvíksfjørð, har tað rullaði nakað illa, tí tað var fyrstu ferð, at eg fekk sjóverk.
Pápi hevur greitt mær frá, at hann einaferð bjargaði einum smádrongi frá at drukna við kaina í Leirvík. Hetta var um døgurðatíð, og pápi sat einsamallur niðri í lugarinum. Leirvíkingarnir vóru allir farnir heim at eta døgurða. Nakrir smádreingir gingu og spældu á kaiini, og einaferð kemur ein drongur í kappan og rópar, at ein drongur er dottin á sjógv. Pápi loypur upp á dekkið og niður í eitt fríholt, sum hongur niður við kaiini. Hann fær fatur í hárið á dronginum niðri í sjónum, men tað var ikki hugsingur um at fáa hann upp á land. Pápi fer síðan at rópa um hjálp, og tíbetur kemur ein maður gangandi oman móti kaiini løtu seinni og hoyrir hann rópa. Tá eydnaðist at fáa pápa og drongin upp aftur á turt. Drongurin segði onki í fyrstuni, men tá hann var komin longur niðan frá, skar hann út úr at gráta. Drongurin livir enn, og so vítt eg veit, býr hann í Norra.
Eystnes kom í fyritøkuna hjá Kjølbro í 1948, og har var hann verandi til í 1968. Tá keypti Lias Lervig í Leirvík bátin. Lias hevði hann í nøkur ár, og seldi hann síðan til Havnar, har hann fekk navnið Ægir. Eg ørminnist okkurt um, at hann seinni fór á land og sakk, men hetta veit onkur annar helst nærri at siga frá.
Jóhan Purkhús eldri tók myndina helst í seinnu helvt at 1950 árunum.


