Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eystur Kommuna sleppur ikki at byggja bygning til Toll- og Skatt í Gøtu

John William Joensen

Kommunalaeftirlitið ger greitt at Eystur Kommuna ikki kann gera avtalu við Toll- og Skatt um at leiga part av nýggjum umsitingarligum bygninginum út – uttan at treytir eru uppfyltar og at útleiganin er tíðaravmarkað

Tveir triðingar av nýggja bygdaráðshúsinum hjá nýggju Eystur Kommunu skal leigast út til Toll- og Skattstovuna, men Kommunalaeftirlitið sigur, at í útgangsstøðinum hevur ein Kommuna ikki loyvi til at reka vinniligt virksemið.

Í drúgva svarinum, sum eisini er sent Eystur Kommunu sigur Kommunala eftirlitið at ein kommuna bert kann leiga út eftir heilt serligum treytum.

M.a. kann kommunan byggja størri enn hon hevur tørv fyri um so er at hon far brúk fyri hølunum seinri.

Í hesum føri kemur nýggja kommunan at hava eini 14 starvsfólk meðan pláss verður gjørt fyri umleið 60 starvsfólkum hjá Toll- og Skatt.
Harafturat er talan um eitt avmarkað tíðarskeið at kommunan kann leiga út og hon skal gera tað fyri marknaðarligar treytir, tvs. at hølini skullu bjóðast út – so øll hava møguleika at fáa fatur á hølunum.

T.v.s. at Kommuna kann ikki gera avtalu við ein ávísan leigara – uttan at onnur eisini hava fingið møguleikan at leiga hølini.

—–
Málið um Toll og skatt í Gøtu hevur drigið út í longri tíð.

Tað byrjaði við at Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri avgjørdi at leggja toll og skatt í Eysturoynni og Norðoyggjum saman og sentralisera deildirnar í Gøtu.

Í fyrstuni var ætlanin at leiga part av hølum í einari nýggjari keypsmiðstøð, sum ætlanin var at byggja í Gøtudali, men tá hendan ætlan ikki bleiv til nakað – varð samband tikið upp við Gøtu Kommunu.

Leirvík og Gøtu Kommuna høvdu um somu tí gjørt avtalu um samanlegging og samtyktu at byggja nýggj skrivstovuhølir til nýggju Eystur Kommunu í Gøtu – ein umsiting sum er mett at telja eini 14 fólk.

Hesar ætlanirnar vóru nú broyttar og bygningurin bleiv vaksin tveir triðingar til útleiðan til Toll og skatt.

Hetta fekk fleiri at seta spurnartekin við um tað var rætt at Toll og Skatt sum húsaðist í egnum hølum í Klaksvík nú skuldi leiga í hølum sum ein kommuna, skuldi bera kostnaðin av at byggja.

Eisini er greitt tilskilað í lógini at kommunur kunnu ikki reka vinnuligt virksemið og tí setti Norðlýsið fram fyrispurning til Innlendismálaráði.

Samskiftið hevur síðani verið millum Innlendismálaráði og Gøtu Kommunu og nú fýra mánaðar seinri kom svar frá Kommunalaeftirlitinum.

Í stuttum kann sigast at Kommuna far ikki loyvi at at byggja ein bygning til útleigan uttan heilt ávísar treytir – sum byggingin í Gøtu ikki er umfata av.

Meira um hetta málið seinri.